CrossFit komið til Føroya

Ein CrossFit depil letur nú upp í Tórshavn, sum tann fyrsti av sínum slag.

 

Fólkini handan nýggja staðið eru Heini Hátún, Snorri Patursson og Marjun Persson, sum ikki eru ókend innan føroyska ítróttarheimin.

 

Depilin hevur fingið heitið Tvørmegi, og talan er um eina venjingarhøll, har íðkað verður í bólkum á umleið 15 fólkum hvørja ferð. Eisini ber til at íðka einsamallur.

 

CrossFit er venjing har natúrligu rørslurnar í kroppinum vera nýttar. CrossFit brúkar vitan og royndir frá frumítróttum sum fimleiki, olympiskari vektlyfting, frælsum ítrótti, kappróðri og øðrum greinum.

 

- Tað serstaka við CrossFit eru tvørgangandi skiftini millum venjingarhátt og dyggleika. Og tilgongdin at byggja breiðan førleika, heldur enn at spesialisera. Øll kunnu vera við, tí venjingin brúkar kropsins grundrørslur, ið øll hava tørv á, og venjingin verður tillaga í mun til støði hjá tí einstaka, siga eigararnir av Tvørmegi.

 

Nýggi venjingarhátturin CrossFit hevur veruliga tikið dik á seg aðrastaðni í heiminum. Ikki minst í Norðurlondum, har CrossFit rættliga hevur fingið fótin fyri seg millum vanlig fólk og innan ítróttin. Í kappingarhøpinum CrossFit Games eiga íslendarar 5 kvinnur á heims top 10 listanum fyri kvinnur.

 

Tvørmegi byrjar sítt virksemi mánadagin 15. apríl, men í dag millum klokkan 14 og 17 verður almenn móttøka í hølunum í M.A. Winthersgøtu 4.

 

Í morgunsendingini á Rás2 hósmorgunin varð vitjað í nýggju venjingarhøllini. Hoyr innslagið niðanfyri.