Arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar kommunu eru byrjaðir at hampa kring økið, har Cross-fit útgerðin skal setast upp.
- Í næstum verður nýtt fundament stoypt, og so er ætlanin at seta útgerðina upp, so hvørt veðrið verður til vildar, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Økið beint við byrjanina av Áargøtu, har áður nýggjársbál hevur verið, fer í framtíðini at verða karmur um forvitnisliga ítróttartilboðið.
- Nógv brúka Áargøtu til ein renni- ella gongutúr, og tí kemur útgerðin at standa sera væl fyri sum ein liður í venjingini hjá teimum, ið dáma at vera úti í náttúruni.
Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at Trongisvágur við hesum tekur eitt fet víðari í gongdini í at gerast ein sannur ítróttarmiðdepil.
- Frammanundan eiga vit frálíka fótbóltsøkið við Stórá og ítróttarhøllina. Við Stórá eru av bestu fótbóltsumstøðum og ítróttarhøllin, hóast liðug í byrjanini av áttatiárunum, sær út sum fyrsta dagin.
Lagt verður aftrat, at FIFA-vøllur liggur beint við ítróttarhøllina, og er tað sjáldan, at hann ikki er í brúk.
- Cross-fit er ein venjingarháttur, ið er sera væl umtóktur í dag. Kring heimin verður hesin serstaki venjingarháttur nógv brúktur.
Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at tólini ikki eru hátøknilig, men hetta er meira ein venjing, har tú gert “vanlig ting” fyri at styrkja teg.