Cristiano Ronaldo single

Heimsins besti fótbóltsspælari er single aftur, eftir at Irina Shayk hevur dumpað Cristiano Ronaldo

Cristiano Ronaldo er júst kosin til heimsins besta fótbóltsspælara, men heima við hús er alt ikki sum tað skal vera. 29 ára gamli portugisin er nevniliga blivin dumpaður av damuni, modellin Irina Shayk.

 

Tíðindini fingu bein at ganga á, tá Cristiano Ronaldo ikki hevði Irinu við sína lið, tá hann var til FIFA Ballon d’Or gallaveitsluna, har hann bleiv kosin til heimsins besta fótbóltsspælara. Fyrst ljóðaði, at ilt var millum russisku Irinu og svigarmammuna, men hesum hava bæði umboð fyri Cristiano Ronaldo og Irinu Sheyk avsannað, men vátta at kenda parið er farið hvør til sítt.

 

Sostatt er heimsins besti fótbóltsspælari nú single.