111 mál hevur fótbótlsstjhørnan Cristiano Ronaldo skorað fyri portugisiska landsliðið, og hann er harvið tann mest skorandi landsliðsspælarin í fótbólti.
Ronaldi átti metið fyri dystin saman við fyrrverandi áleyparanum hjá Iran, Ali Daei, men við tveimum málum í dystinum í gjár hevur hann nú metið einsamallur.
Málini merktu samstundis, at Portugal vendi 0-1 til 2-1 sigur á Írlandi í HM undankappingini.
Ronaldo kundi havt tikið metið longu í fyrra hálvleiki, men hann misnýtti eitt brotsspark. Í staðin stútaði Manchester United-spælarin tvær ferðir bóltin í netið móti dystarenda.
– Eg eri so fegin. Ikki bara tí at eg tók metið, men eisini um serligu løtuna, vit høvdu. Eg havi stóra virðing fyri tí, sum liðið gjørdi. Vit trúðu upp á tað móti endanum, sigur Ronaldo við írsku sjónvarpsstøðina RTE sambært BBC.
Leingi tyktist, at Írland fór við sigrinum.
Tann bert 19 ára gamli málmaðurin, Gavin Baunu, sum er leigaður frá Manchester City til Portsmouth í triðbestu deildini, tók brotssparkið frá Ronaldo í 15. minutti.
Og síðani skallaði verjuleikarin John Egan útiliðið fram um 1-0 beint fyri steðgin eftir fleiri góðar írskar royndir.
Portugal trýsti alsamt meira í seinna hálvleiki, tá Bernardo Silva misnýtti ein stóran møguleika.
Í øllum rokinum síðst í dystinum við møguleikum báðar vegir javnaði Ronaldo í 89. minutti, tá hann við høvdinum setti bóltin í netið.
Og seks minuttir úti í yvirtíðini var hann aftur á blettinum og skallaði sigurin heim eftir innlegg frá Joao Mario.
Ronaldo fekk eitt gult kort fyri í ovfarakæti at lata seg úr troyggjuni, og tað kostar honum leikbann í næsta undandystinum ímóti Aserbajdsjan, skrivar AFP.
/ritzau/