Crespo aftur til Chelsea

Í 2005 skifti Hernan Crespo til enska Chelsea, men fall ongantíð rættiliga til í enska umhvørvinum. Hann varð so árið eftir leigaður út til Inter Milan, har hann fekk ein tvey ára leigusáttmála. Og hóast Crespo sjálvur hevur sagt, at hann ikki vil aftur til Chelsea, so noyðir José Mourinho hann til hetta.

 

- Eg skilji støðuna hjá Crespo, men handil er handil. Vit eiga framvegis Crespo, og tað er síðan upp til leiðsluna, hvat teir gera. Eg havi boðað teimum frá ætlanunum, sigur Mourinho við The Sun.

 

Chelsea fer eftir øllum at døma at mangla áleyparar fyrst í komandi ári, av tí at Salomon Kalou og Didier Drogba fara at umboða land sítt í African Cup of Nations.