Crawling Blue á Ólavsøkukonsertina

Føroya besti blues bólkur Crawling Blue verður á Ólavsøkukonsertini, sum í dag lat upp fyri søluni av atgongumerkjum.

Sama dag, sum skráin fyri konsertina varð almannakunngjørd var greitt, at eitt av nøvnunum super peppaðu Boys In A Band ikki fóru at luttaka.. Tá lovaðu fyrireikararnir av konsertini, at eitt gott navn fór at koma í staðin, og nú er greitt, blues bólkurin hjá Una Debess er avloysarin.

 

Frammanundan eru Johnny Deluxe, Eyðun og Terji, Páll Finnur Páll, Sic, Side Effect og the one and only Jack Petersen á skránni.

 

Fyrireikararnir hava í dag sett atgongumerkini til sølu í handlunum hjá Kall.