»Cowboys from Havn«

Eg helt, at metal-pallur Føroya var útdeyður. Bólkarnir eru nakrir í tali, men teirra fjepparaskari hevur verið so gott sum ósjónligur seinastu tíðina, og tí gekk eg út frá, at tað var ein farin tíð. Hetta fekk eg mótprógvað við dundrandi effekt, tá eg fór á rokk-konsert í Cippo seinasta fríggjakvøld við Beale Street, Ineptus og Synarchy

Eg møtti upp eitt sindur áðrenn, konsertin byrjaði. At byrja við vóru ikki nógvir áhoyrarar, men tá barrin bleiv stongd aftaná fyrsta bólkin, soleiðis at tey undir 18 ár eisini kundu sleppa inn, vardi ikki leingi, fyrr enn hølið varð stappað við orkuríkum tannáringum, ið næstan bardust um at sleppa at standa fremst. DJ Knýtil var blivin biðin um at royna seg sum rokk-DJ hetta kvøldið, og tað gjørdi hann allan vegin ígjøgnum við hørðum og ráðum tónum hjá øllum frá Tool til Dimmu Borgir. DJ rokk-Knýtil var á áðrenn, millum og aftaná bólkarnar.

Nýggjasti bólkurin, ið framførdi til hesa konsertina, var Beale Street. Eg hoyrdi teir fyri fyrstu ferð á ársins Global Battle of the Bands, har teir fýrdu tveir sparkandi sangir av, ið fjøldin tók væl ímóti. Hetta kvøldið í Cippo fekk eg høvið at hoyra meira av tilfari og fáa betri heildarinntrykk av bólkinum. Tíverri var tað ikki líka gott, sum til GBOB.

 

Drukna í óskili

Løgini, ið teir høvdu framført til GBOB, vóru hampuliga terpað og kontant, men restin var ótight og hekk illa saman. Trummuleikarin spældi alt ov spakuliga og við síðun av rútmuni, og eg veit ikki, hvat gittarleikarin royndi at gera. Í øllum førum samsvaraði spælið hjá honum slett ikki við restina. Bólkurin má venja nógv meira og fáa eina ordiliga rutinu. Teir virkaðu vilstir og høvdu hvørki kontakt við hvønn annan ella við áhoyrararnar.

Forsangarin hevði eina feita orku, men hann manglar at læra seg at kanalisera hana rætt. Røddin hjá honum fór meira aftur í veggin enn út av pallinum. Hann var ófokuseraður og manglaði mikrofon-teknikk. Hann burdi havt betri beinleiðis kontakt við áhoyrararnar; roynt at hugt fólk í eyguni og serverað sín boðskap beint í gronina á teimum. Yvirhøvur bara tosað eitt sindur, hildið okkum upplýst við, hvat gongur fyri seg á pallinum. Annars druknar hann í restini av óskilinum.

Teir høvdu fín løg, m.a »Horan« og »People«, men tey vóru ov illa spæld og manglaðu ordiligt arrangement. Teir áttu at rudda upp í løgunum fyri at fingi tey meira fangandi. »Horan« hevði eitt gott riff og var meira kontant enn restin, men har var eingin fylla í tónleikinum. Tað var ov tómt. Kanska var tað meiningin, og tað kann eisini vera gott, tá tónleikur ikki hevur nógva fyllu, men hjá Beale Street tóktiskt tað kiksað og lítið vant.

 

At gera tað, ið ein dugir!

Eg royndi at finna fram til, hvat teir vildu; hví teir stóðu har, og hvat teir royndu at siga mær. Eg fangaði tað ongantíð heilt, og tað gekk upp fyri mær, at teir hava tað ikki enn. Tað, sum skal til, fyri at sláa ein umkoll. Hetta kunnu teir fáa við at venja og venja og venja, inntil eingin ivi liggur eftir og sáar ilt í framførslurnar. Ivin um, hvussu teir skulu framføra sum bólkur. Sum ein heild.

Tveir teir seinastu sangirnir, ið Beale Street framførdu, vóru nógv teir frægastu. Her fór gittarspælarin at spæla trummir og trummuspælarin at spæla keyboard. Knapliga fekk framførslan eitt spark í afturparin, og ordilig rútma kom í tónleikin. Fólk settu aftur sítt fokus á pallin og klappaðu og fløjtaðu, tá teir endaðu. Eg haldi heilt sikkurt, at teir skulu halda seg til hasa skipanina; lata gittarleikaran stýra trummunum og trummuleikaran koyra stílin á tangentunum. Hetta gjørdi framførsluna nógv betri og kann tískil heilt sikkurt loysa seg hjá teimum í longdini; tað, at gera og spæla tað, ið teir duga, ístaðin fyri at royna at gera nakað, ið teir ikki duga. Annars kiksar tað.

 

Mosh-pit við Ineptus

Metal/rokk bólkurin Ineptus hevur verið til í eina tíð nú. Seinasta árið hevur bólkurin havt somu manning, ið hevur vant nógv og skrivað nýggj løg. Tað hoyrdist eisini aftur í framførsluni hjá teimum. Frá tí at teir komu á pallin, og til teir fóru av aftur, var Cippo ein stór sprutlandi grýta av hørðum rokk'n'roll. Hølið var á tremur av energiskum tannáringum, ið samlaðust á miðjum gólvi og trunkaðu seg saman í tað, sum innan metal-verðina verður kallað eitt »mosh-pit«. Hjá óroyndum eygum sær hetta út sum ein bardagi, men tað er tað slett ikki. Hetta er einans ein máti at úttrykkja seg, at koma út við kenslum, øði og frustratiónum. Men ikki minst eisini ein máti at hava tað stuttligt saman uppá og njóta tónleikin.

 

Genialt propaganda

Eg merkti nógva virðing millum fólk, hóast harða atburðin, og tað var stuttligt at hyggja at, tá tey krasjaðu ímóti hvørjum øðrum – næstan sum í amerikanskum fótbólti. Huglagið osaði av samleika. Av hvussu svakligu tannáringarnir dyrkaðu tað, ið var frammanfyri seg. Hvussu teir kundu relatera til tann tónleik, ið varð framførdur. Og hvussu teir sóðu upp til persónarnar, ið serveraðu teimum tónleikin. Slíkt propaganda haldi eg er fullkomiliga genialt! Tað gevur samleika til tey, ið kenna seg tóm innaní; opnar fyri kenslum, sum annars eru stongdar inni; gevur fólki ein lívsstíl, ið góðtekur, tá teimum tørvar tað mest. Eg kendi nógv av mær sjálvari aftur, frá tá eg var nøkur ár yngri, og eg veit, hvussu stóran týdning tað hevur at kunna hoyra til onkrastaðni, tá ein kennir seg mest einsligan. Metal-verðin er sum hond-seymað til júst hesa fjøldina.

 

Flottur hárdynamikkur

Ineptus sparkaðu í botn og grund totalt reyv! Teir spældu væl, høvdu feita orku og heildin hekk yvirhøvur ógvuliga væl saman. Mær dámdi serliga væl, hvussu forsangarin, Fríði Rasmussen, fangaði fjøldina. Hvussu hann vísti kenslur og saman við bólkinum veruliga gav alt tað, sum hann ynskti at geva. Hann kom langt út av pallinum við sínari persónligheit, og hárdynamikkurin hjá honum hevur alt rós uppiborið!

Ein kann freistast til at halda, at teir hava ov typiskt ljóð, a la Metallica og Opeth, men til eitt tílíkt tiltak hevur tað einki við sakina at gera. Tá tú fert til eina metal-konsert, so er tað metal, ið tú fært. Ineptus góvu akkurát tað, sum eg vónaði at fáa; metal, sum metal eigur at vera.

At enda spældu teir eina feita røð av tøkuløgum frá bólkum so sum Megadeath, Pantera og Metallica – M.a »Cowboys from Hell« hjá Pantera, ið á Ineptus-máli æt »Cowboys from Havn«. Hetta var ein perfektur og kókandi endi. Sjálvt eg stóð og hálvgum headbangaði, rópti »Hell yeah!« og sleyg nevan í loft!

 

Haltandi rútman hjá Synarchy

Síðstir á pallin var ein av okkara elstu og best umtóktu trash-bólkum, Synarchy. Bólkurin hevur verið til síðani 2004. Teir vóru tekniskt genialir og spældu hamrandi væl saman. Løgini vóru ógvuliga melodiøs og væl skrivað; kompositiónirnar flottar og gjøgnumførdar. Guitarspælarin var framúr góður, og rútmuskiftini riggaðu væl. Tó vóru trummurnar ikki so góðar, sum tær kundu verið. Trummuleikarin var ov sløvur í onkrum skiftum, og tað tókist sum um, at hann haltaði aftaná restini av bólkinum, sum royndi at halda taktina. Hetta irriteraði rættiliga illa. Serliga tá løgini vóru so feit, og ein hoyrdi, at tað kundi verið nógv betri. Klaver-undirspælið riggaði tó ræðuliga væl í fleiri av løgunum.

 

Stóran fjepparaskara

Tónleikurin hjá Synarchy er kanska í so seriøsur og fløkjutur. Á ein hátt nørdutur og virðismikil, á ein annan hátt nakað reyputur. Arrangementið er kompliserað, tungt og ókommersielt – feitt men nørdut – og tí undr ar tað meg eitt sindur, at teir hava ein so stóran fjeppara-skara. Eg trúgvi, at tað hevur rættiliga nógv við virðing at gera. Synarchy er ein búgvin bólkur, sum hóast vantandi image (hugsi um ymisleikan millum limirnar í bólkinum, harav summir tykjast slett ikki hoyra heima í einari metal-verð) hava ein sterkan kulfaktor. Og tað er har, eg rokni við, at dyrkanin av teimum botnar í. Fyrst og fremst í nørdutheitini men eisini í kulheitini. Tað sást týðiliga, at allir tannáringarnir sóðu nógv upp til teir og tann trash-metal lívsstílin, teir umboðaðu.

Aftur her gjørdist eg vitni til eitt mosh-pit, ið var uppaftur ógvusligari enn tað fyrra undir Ineptus framførsluni. Hesaferð stillaðu nakrir dreingir seg upp á rað yvirav hvørjum øðrum, og tá rætta løtan kom í tónleikinum, sleptu teir og rendu seg inn í hvønn annan. Helst við økslini fyrst. Fjøldin reikaði aftur og fram, og millum onkrar sangir hoyrdist róp: »Synarchy! Synarchy!« Tá teir vóru lidnir at spæla, var tað ikki heilt løgið, at tað varð biðið um eitt eykalag frá yvirheitu áhoyrarunum.

 

Rokk ættarliðið livir

Tá Synarchy vóru farnir av pallinum, var tíðin komin til at ganga eitt sindur millum fólk, práta og spyrja seg fyri, hvussu tað hevði verið hjá teimum. Har var eingin ivi. Tað rulaði! Tey allar flestu, óansæð hvar tey komu frá, vóru á einum máli um, at konsertin hevði verið feit. Eg var eisini rættiliga samd. Hetta er eitt av teimum tiltøkunum, ið blæsir lív í yngra ættarliðið. Tað fær tey út úr holunum hjá sær, samlar tey og sprænir orku og stuttleika inn í tey. Hetta er tó ikki minst gevandi fyri samfelagið. Hetta er mentan. Ein partur av henni í øllum førum. Og tað er ein sonn fragd at síggja, hvussu fjølbroytta mentan vit kunnu hava í okkara samfelag; at rokk ættarliðið er enn til, og sum skilst er tað størri enn nakrantíð. Eg gleði meg til at síggja meira til tað.