Claus Bech Jørgensen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá Coventry leygardagin vann 1-0 á Burnley.
Sigurin ber við sær, at Coventry eftir eina sera soltna byrjan nú spakuliga er farin at trýsta seg upp móti sonevndu play-off plássunum, har seinasti møguleikin fyri Premier-League fótbólti er at finna.
Skal Coventry røkka somikið langt upp, so skal tað tó leggja serstakliga væl fyri seinasta partin av kappingini. Ikki bara skal Coventry vinna sítt, men fleiri av ovaru liðunum skulu eisini missa hampuliga nógv, og tí man tað vera so sum so við uppflytaravónunum í ár. Hinvegin kann felagið fegnast um, at tey í góðari tíð eru komin væl og virðiliga burtur úr niðurflytingarvandanum, og tí longu nú kunnu rætta tankarnar móti komandi kappingarári.