Coventry tapti stórt

Føroysk landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen spældi seinasta hálva tíman av dystinum ímillum Coventry og Watford leygardagin. Støðan var 2-0 til Watford, tá ið Claus kom á vøllin, men tað gjørdist enn verri fyri Claus og teir, tí Watford vann heili 4-0. Coventry spælir í Championship, sum er næstbesta enska deildin, og har liggur liðið í niðaru hálvu av stigatalvuni.