Strævna dystarskráin kring jólini og nýggjárið hevur hilnast heilt væl hjá Coventry, har Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum.
Mánakvøldið fekk føroyski landsliðsspælarin tó bert seinasta minuttin á vøllinum, tá Wolverhampton varð sent heim við 2-0 tapi.
Við sigrinum førkaði Coventry seg upp á 16. plássið í enska Championship, har teir nú eru 7 stig frá niðurflytingarstrikuni. Ein strika, sum annars hevur verið ein stór hóttan móti Coventry stóran part av kappingarárinum.