Coventry uttan føroyska landsliðsspælaran Claus Bech Jørgensen spældi javnt í næstbestu ensku deildini í gjár. Leicester var á vitjan, og bæði málini í dystinum komu beinanvegin. Leicester legði seg á odda eftir 9 minuttir, men bert tveir minuttir seinni javnaði Coventry. Einki mál kom afturat í dystinum, hóast Leicester spældi seinastu 20 minuttirnar við 10 monnum.










