Coutinho skaddur í sigri

Íslendsk hjálp í ótrúligum í Premier League í dag

Liverpool og Manchester City vunnu sínar dystir í dag, tá hol varð sett á 13. umfar í Premier League. Fyri Liverpool kom tað illa við, at Philippe Coutinho mátti berast av vøllinum við skaða í fótinum. Tað er óvist hvussu leingi brasilski bóltsnillingurin er skaddur.

 

Liverpool vann 2-0 á Sunderland, sum annars gav góða mótstøðu. Tað var ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð, at innskifti Divock Origi legði Liverpool á odda við einum skoti, sum helst var ætlað sum eitt innlegg. Stutt fyri tíð staðfesti James Milner dystin við brotssparki. Liverpool er í skrivandi løtu oddalið í Premier League. Teir tók sessin frá Manchester City, sum fyrr í dag vann 2-1 á útivølli móti Burnley. Sergio Aguero, sum var ivasamur áðrenn dystin, skoraði bæði málini.

 

Í Wales var helst mest spennandi og hendingaríki dysturin í Premier League higartil í ár. Swansea vann 5-4 á Crystal Palace, eftir at hava verið aftanfyri 4-3, tá vanliga leiktíðin var farin. Íslendski Gylfi Sigurdsson skoraði eitt av málinum fyri Swansea. Stóra hetjan bleiv spanski Fernando Llorente, sum skoraði bæði málini móti dystarenda.

 

Chelsea kann við sigri á Tottenham leggja seg á odda aftur.

 

Premier League: 13. umfar:

Burnley 1 - 2 Manchester City

Hull City 1 - 1 West Bromwich Albion

Leicester City 2 - 2 Middlesbrough

Liverpool 2 - 0 Sunderland

Swansea City 5 - 4 Crystal Palace

Chelsea ?- ? Tottenham Hotspur (17.30)