Courtney Michelle selur út

Nú er Cobain-einkjan púra liðug við deyða mann sín, so hon selur alt. Í byrjanini av 2006 seldi Courtney Michelle ein fjórðing av tónleikarættindunum, og nú ætlar hon sær at selja restina. Hon heldur tey nevniliga vera forbannað.

 

- Eg umhugsi at selja alla skránna hjá Kurt. Øll rættindi, alt. Tað er ikki ein fíggjarlig avgerð, tað er ein kenslulig avgerð. Hann var besti vinurin, eg nakrantíð havi havt, men Kurt og eg vóru bert gift í trý ár, og nú má eg hava mítt egna lív. Eg eri altíð einkjan, og tað ger meg øra. Hasin peningurin hevur verið forbannaður, síðan hann byrjaði at koma inn, sigur Courtney.

 

Nú vil hon keypa sítt egna:

 

- Tað er eisini tí, at tað ikki ordiliga er mín peningur. Eg vil ikki hava Kurt Cobain at keypa mínar skógvar longur. Eg vil keypa mínar egnu skógvar ? nógvar av teimum.

 

Í fjør segði Courtney Michelle, ið ikki longur vil nevnast Courtney Love, at 30 milliónir dollars í reiðum peningi og 500 milliónir dollars vórðu ólógliga tiknir burtur av ognini hjá Cobain.

 

Kelda: gaffa.dk