Tað umstrídda songkvinnan, Courtney Love, fer nú at geva eina bók út, har hon greiður frá um hennara lív saman við Kurt Cobain.
Courtney Love hevur uttan iva livað eitt vilt lív, og hóast hon mangan hevur verið í fokus hjá miðlunum kring heimin, so eru tað kortini viðurskifti, sum heimurin ikki veit.
Tí vil songkvinnan nú avdúka allar smálutir um hennara Hollywood lív, í einari nýggjari sjálvbiografi.
Her greiður hon frá um sítt lív sum rúsevnismistnýtari, og ikki minst greiður songkvinnan frá um lívið saman við Nirvana sangaranum, Kurt Cobain.
Hóast Love enn ikki hevur avdúkað júst hvat lesarin kann vænta sær av bókini, so kann kortini væntast, at erliga songkvinnan fer at borðreiða við sannleikanum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hon hevur skrivað eina bók. Í 2006 útgav hon bókina Dirty Blonde: The Diaries of Courtney Love.
Bókin um hennara lív væntast at koma á marknaðin í vetur 2012.