Klaksvíkingurin Karstin Danielsen hevur útgivið nýggja fløgu, sum hevur fingið heitið »Hvar liggur leiðin«.
Á útgávuni eru 10 sangir, sum Karstin hevur innspælt seinnu árini, og fleiri av sangunum hava verið nógv spældir í útvarpi. Eitt nú sangirnir »Hvar liggur leiðin, mín væna«, »Mítt egna val« og »Aðra leið«.
– Umsíðir varð hesin dreymurin veruleiki. Hetta hevur verið ein long prosess, tí fyrsti sangurin varð upptikin í mars 2014. Nú eri eg fegin um, at fløgan er útkomin, sigur Karstin Danielsen.
Teir 10 sangirnir á útgávuni eru allir týddir til føroyskt. Teir, sum hava týtt yrkingarnar, eru Jógvan K. Henriksson, Martin Joensen, Jóhan við Neyst, Mikkjal Joensen og Sámal Jacob Debes Olsen.
Upptøkurnar eru gjørdar í ymiskum studio í Føroyum og í USA, og nógvir ymiskir tónleikarar spæla á sangunum.
Hans Poulsen, Erik Biskopstø og Jákup Zachariassen hava ljóðblandað sangirnar, og Hans Poulsen hevur mastrað.











