Countryfestivalurin byrjar fríggjakvøldið

Fríggjadagin og leygardagin verður stórur Countryfestivalur í Havn. Festivalurin verður hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi og á økinum kring høllina. Stóru konsertirnar verða inni í ítróttarhøllini, men í tjøldunum verða framførslur og matsøla.

 

Eisini verður campingøki tøkt til festivalin. Countryfestivalurin bjóðar góðan føroyskan og útlendskan tónleik. Tey, ið verða við eru Country Sisters, countrykongurin Hallur Joensen. Norski countrykongurin Arly Karlsen, Alex Bærendsen, Kristina

Bærendsen, Magni Christiansen, Joen Magnus Danielsen, Rannvá Vesturklett og Evi Tausen.

 

Skráin fyri fríggjakvøldið sær soleiðis út.

20.00 Evi,

21.30 Rannvá Vesturklett

23.00 Country Sisters

01.30 Hallur Joensen

 

Leygarkvøldið sær skráin soleiðis út .

20.00 Kristina Bærendsen

21.00 Alex Bærendsen

22.15 Magni Christiansen

23.30 Arly Karlsen

02.00 Joen Magnus Danielsen.