Sørvágs Country- & Blues Festivalur er byrjaður. Teir bólkar, sum hava verið fyrstir á pallin, hava gjørt ljóðroyndir, og í løtuni ljóma country-og bluestónar av Dungasandi í Sørvági.
Portalurin hevur fingið nakrar myndir sendandi stutt, áðrenn festivalurin varð blástur í gongd, og hesar myndirnar hefta vit uppí henda greinastubba.
Úr Sørvági verður sagt, at veðrið er av tí allar besta. Tað er sól og klárur himmal. Sambært veðurforsøgnum verður hetta veðrið alt vikuskifti.
Møguleiki verður at keypa sær cowboyhatt í einum av sølubásunum í countrygøtuni, sum er prýdd við litaðum perum, hestavogni og ymiskum sølubásum.
Kampingvognarnir eru komnir uppá pláss, og fólk eru til reiðar til eitt hugnaligt vikuskifti í góðveðrinum í Sørvági.