Norðurlandahúsið skipar fyri konsertferð við Peter Abrahmsen & Bell Pepper Boys, Glymur og Stanley Samuelsen. Konsertirnar verða í Atlantis í Klaksvík, Norðurlandahúsinum í Havn og í Vági. Peter Abrahamsen og hansara Bell Pepper Boys hava seinastu 10 árini spælt í Danmark og øðrum Norðurlondum. Sjálvir siga teir seg hava “underholdning med en vis kant” og tónleikastílurin er líkist mest kontri blandað við fólkatónleiki.