Country-legenda vitjar í Miðlahúsinum

Í sambandi við Summarfestivalin í Klaksvík er gamli countrysangarin, Bobby Bare, komin at vitja í Føroyum, og sjálvandi var hann eisini í Miðlahúsinum, har hann var gestur á Rás2

Øll tey, ið eru so frægt uppi í árunum, kenna Bobby Bare. Og tey, ið eru ov ung, bera kenslu á stóru slagararnar hjá honum, so sum »Detroit« og »500 miles away from home«.
- Nå, er tað hann ið hevur gjørt tað lagið?
Hósdagin hevði Rás2 sett 76 ára gomlu legenduni stevnu, og tað var ein ferðatroyttur, men kortini væl upplagdur Bobby Bare, ið vitjaði Barbaru Holm í Rásaúminum.
Hann greiddi stutt frá tíðini sum countrysangari, um at ferðast, eisini í Norðurlondum, hvussu hann endaði á Summarfestivalinum 2011. Og so greiddi hann eisini frá, hvussu hann tvær ferðir innan fyri trý ár hevði verið úti fyri teirri vanlagnu, at eitt træ datt á hús hansara undir tveimum stormum, sum herjaðu.
- Mær dámar sera væl at vera á nýggjum støðum, tað er bara trupulleikin við at koma har, ið er eitt sindur troyttandi, segði Bobby Bare á Rás2.
Um sjálva konsertina segði country-legendan, at tað verða góðu gomlu slagararnir, ið fólk fara at hoyra. Og tað fer í hvussu er at gleða ein 85 ára gamlan, sum sleppur við á Summarfestivalin fyri fyrstu ferð. Hann vann nevniliga eitt atgongumerki í sms-kappingini hjá Rás2.
Ella rættari. Sonurin hevði sms’að inn og greitt frá um 85 ára gamla pápan, sum dámdi Bobby Bare so ótrúliga væl, og hetta var hildið vera so góð grund, at hann vann eitt atgongumerki til pápan.

Árni C fekk autograf
Ein, ið hevði frætt, at Bobby Bare skuldi vitja Miðlahúsið, var Árni C Joensen, ið er trúgvur fjeppari.
- Eg var til konsert hjá Bobby Bare í konsertsalinum í Tivoli í 1963. Tað stuttliga var, at í steðginum uppdagaði eg, at meginparturin av ikki fulla salinum vóru føroyingar, sigur Árni C.
Hann sigur víðari, at hann hevði eina gamla LP við, sum hann fekk Bobby Bare at skriva sín autograf á.
- Men tá eg fortaldi honum, at eg hevði verið til konsert hjá honum og Jim Reeves í Tivoli í 1963 rættaði hann meg og segði, at tað var í 1964, sigur Árni C.
Hann fekk høvi at tosa við legenduna, men kortini ikki undir fýra eygum.
- Hann tosaði við øll rundan um seg í senn, men nøkur orð fingu vit so hvør við annan, sigur ein vælnøgdur Árni C Joensen.

Vaks upp við honum
Hóast væl yngri en sangarin sjálvur, so er Ann Christiansen, sum í mong ár hevur starvast á Sosialinum, vaksin upp tið Bobby Bare.
- Brøðurnir og vinirnir hjá teimum dámdu væl Bobby Bare, og keyptu páturnar hjá honum, so eg hoyrdi hann alla tíðina. Eisini spældi eg og mínar vinkonur hansara plátur, so tað er bara ein sangari, sum eg altíð havi lurtað eftir, sigur Ann Christiansen.
Hon var tí avgjørd í, at um tað á nakran hátt læt seg gera, skuldi hon avmyndast saman við Bobby Bare. Og tað var sjálvandi gamaní.
Onkur annar sníkti seg upp á myndina, sjálvt um viðkomandi ikki kendi so øgiliga nógv til hendan annars so kenda countrysangaran.
Álvur Haraldsen, myndamaður á Sosialinum, hevði úr at gera hendan hálva tíman, Bobby Bare vitjaði í Miðlahúsinum, og hann hevur tikið myndirnar her á síðuni.