Country har vesturi

Tað verður rættiligur western dámur á Giljanesi leygardagin. Vága Ríðingafelag skipar fyri djóradegi seinnapartin og country dansi um kvøldið

Vága Ríðingafelag skipar fyri stórum tiltaki á Giljanesi leygardagin. Seinnapartin er tiltakið fyri tey yngru, og um kvøldið eiga tey tilkomnu tørn.
Tiltakið hjá Ríðingafelagnum byrjar á middegi í fjósinum hjá Jákupi Paula í Eyðansstovu, sum er beint innan fyri ítróttarhøllina á Giljanesi.
Har verða djór av nógvum ymsum sløgum at síggja. Bæði vanlig husdjór sum neyt og seyður, sonevnd kelidjór sum hundar, kettur og kaninir, og sjálvandi veðra ross eisini at síggja. Onkur kalkun og dvørghøna verður at hitta, umfrmat kálvar og lomb, nú lembingin er byrjað.
Skipað veðru fyri ponyríðing fyri børnunum og eisini verður sýning av rastri við seyðahundum út á seinnapartin, siga fyrireikararnir.
Sjálvandi verður okkurt leskandi at fáa til keyps saman við fronskum hotdogs og cowboyhattum, sum líkasum hoyra til í slíkum western umhvørvi.
Tað kostar 30,- krónur hjá vaksnum at sleppa til hetta tiltakið. Men børnini sleppa fyri einki. Djóradagurin á Giljanesi endar klokkan 18.00.
Um kvøldið sleppa tey vaksnu so upp í part. Tað byrjar stóri countrydansurin í ítróttarhøllini klokkan 23.00.
Har verður rættilgia gjørt burtur úr til at fáa rættan western dám. Vestmenn úr Vestmanna fara at spæla til dansin, og Ríðingarfelagið fer at skipa fyri sølu av ymsum, sum skal fáa ræta dámin fram. Tey fara at selja cowboyhattar, slips, turriklæði og slíkt, sum ein »rættur« cowboy eigur at ganga við. Eisini undir dansinum verður ymiskt til góman at fáa til keyps.
Millum seldu atgongumerkini verður lutaður ein flogferðaseðil burtur.
Atgongumerkið til dansin kostar kr. 120,-. Tiltakið er liður í innsavning hjá Vága Ríðingarfelag til ríðihøll og felagsfjós, sum felagið arbeiðir við at fáa í Vágum.
Leygardagin er ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin.