Country-festivalurin verður aftur næsta ár

Fyrireikararnir av ársins country-festivali í Sørvági eru so væl nøgdir við tiltakið – og hava fingið so góðar afturmeldingar – at tey hava avgjørt, at bygdin aftur skal skipa fyri einum stórum tiltaki næsta ár.

Tað upplýsti ein av høvuðsfyrireikarunum, Thordis Skaalum, fyri Rás2, tá hon luttók í eini live-sending úr Vágum hósdagin.

Bæði teir útlendsku og føroysku tónleikararnir lótu sera væl at allari fyrireikingini og ikki minst umstøðunum í bygdini. Sum skilst ivast tey ikki í, at verða tey spurd aftur um at luttaka næsta ár, so er svarið játtandi, áðrenn hálvtalað er orð.

Mett verður at eini 2000 fólk vóru í Sørvági hesar báðu góðveðursdagarnar.

Fyri tey sum ikki vóru á ársins festivali ella fyri tey sum ætla sær aftur, er vert at seta dagarnar 7. og 8. juni 2013 av. Tí tá verður aftur country- og bluestónleikur at hoyra um allan Sørvág.

Mynd: Jens Kristian Vang