Teir bilar, ið fáa skift motorin leygardag ella sunnudag, verða fluttir 10 byrjunarstøður aftur. Og sambært f1.com fingu bæði David Coulthard í Red Bull-Renault og Rubens Barrichello í Honda trupulleikar við bilum sínum, áðrenn tíðarkoyringina í morgun. David Coulthard fekk trupulleikar við motorinum nakað áðrenn tíðarkoyringina, og hann fekk tí nýggjan motor. Hetta merkir, at hann flytur av 13. plássinum, ið hann fekk í tíðarkoyringini aftur á seinasta pláss. Hann skal tó ikki byrja heilt aftastur, tí løtu seinni, beint áðrenn tíðarkoyringina, fekk Barrichello trupulleikar við sínum Honda bili, hann noyddist tí, at skifta yvir í eykabilin í tíðarkoyringini, men stundir vóru ikki til at flyta motorin í eykabilin, sostatt flutti Barrichello afturum Coulthard.
Byrjunarstøðan er tí hendan:
1 Felipe Massa - Ferrari
2 Fernando Alonso - McLaren-Mercedes
3 Kimi Räikkönen - Ferrari
4 Lewis Hamilton - McLaren-Mercedes
5 Nick Heidfeld - BMW
6 Nico Rosberg - Williams-Toyota
7 Robert Kubica - BMW
8 Jarno Trulli - Toyota
9 Ralf Schumacher - Toyota
10 Mark Webber - Red Bull-Renault
11 Heikki Kovalainen - Renault
12 Giancarlo Fisichella - Renault
13 Takuma Sato - Super Aguri-Honda
14 Jenson Button - Honda
15 Vitantonio Liuzzi - STR-Ferrari
16 Scott Speed - STR-Ferrari
17 Anthony Davidson - Super Aguri-Honda
18 Alexander Wurz - Williams-Toyota
19 Christijan Albers - Spyker-Ferrari
20 Adrian Sutil - Spyker - Ferrari
21 David Coulthard - Red Bull-Renault
22 Rubens Barrichello - Honda