Diego Cosyta skoraði sítt fyrsta Chelsea hattrick tá teir komu frá 0-1 til at vinna 4-2 á Swansea.
Swansea kom á odda, tá John Terry skoraði í egið mál, men Diego Costa javnaði áðrenn hálvleik.
Chelsea yvirvágin gav úrslit, tá Costa skoraði eftir avlevering frá Cesc Fabregas. Spanski áleyparin førdi eitt skot frá Ramires framvið Fabianski, áðrenn Loic Remy skoraði sítt fyrsta mál fyri Chelsea.
Jonjo Shelvey skoraði eitt seint troystimál fyri Swansea.
Chelse hevur opnað ein tvey stig mun til nærmastu kappingarneytar, og summar keypini, Costa og Fabregas góvu meira prógv um, at teir geva liðnum ein eyka brodd í ár.