Costa del Nólsoy

Hóast vit ikki hava sæð so nógv til summar í Føroyum enn, hava tó onkrir góðir dagar - ella løtur - verið. Ein slík løta hevur verið í dag, har sólin hevur sæð. Tá sólin skínur, kemur lív í og tann, sum sigur, at sólin ikki ger mun fyri sál og sinn, er neyvan erligur.

Í Nólsoy hevur verið av fagrasta veðri seinnapartin í dag, og hetta hevur eisini sæst aftur úti á Malarenda, har væl av fólki hevur hugnað sær í góðveðrinum. Summi hava svomið, og onnur hava sitið í sandinum og hugnað sær, kanska við onkrum etandi og leskandi.

Enn er juni mánaði bara hálvrunnin, og tí hava vit - eisini í Føroyum - loyvi at vóna, at nógvar slíkar løtur verða, sum dagarnir ganga. Hugnaligt er tað, tá fólk í góðveðri fara av húsum og soleiðis, sum tey gjørdu í Nólsoy í dag, kunnu hugna sær saman í felagsskapi.

Frálíku myndirnar, sum vit prenta saman við hesum greinastubba, eru tiknar í Nólsoy seinnapartin í dag.