Corsa besti “lítli” bilur í Norra

Lesarar hjá norska bilblaðnum ”Auto, Motor & Sport” velja hvør ár tann bilin, sum teir halda vera tann besta í teimum ymisku klassunum.


Í ár hava lesararnir kosið Opel Corsa sum tann besta ”lítla” bilin í sínum klassa.
 
Opel Corsa varð nr. 1 við 17,3 prosentum, Toyota Yaris nr. 2 við 14,5 prosentum
og  Peugeot 207 nr. 3 við 13,6 prosentum.
 “Auto,Motor & Sport” er eitt av stóru bilbløðunum í Norra við 122.000 lesarum.