Coronavirusið staðfest í Bretlandi

Tvey fólk í sama húskið í Bretlandi hava fingið staðfest coronavirusið. Tað upplýsir Chris Whitty, sum er stjóri í bretsku heilsuverkinum í Onglandi, sambært tíðindastovuni AFP.

Hetta eru fyrstu tilburðir við coronavirusi í Bretlandi.

/ritzau/