Coronavirus breiðir seg til Eysturríki og Kroatia

Ein italiumaður í eini móttøku í einum eysturríkskum hotelli er smittaður við corona. Hotellið í Innsbruck er stongt.

Eysturríki hevur váttað landsins fyrstu tveir tilburðir av coronavirus. Tað siga heilsumyndugleikarnir í statinum Tyrol í dag.

Tey smittaðu eru tvey fólk úr Italia, sum búgva í Innsbruck. Hildið verður at tey eru smittað í Lombardínum í Italia. Tað sigur guvernørurin í Tyrol, Günther Platter, við eysturríkskar miðlar.

Í kvøld upplýsir ónavngivin talskvinna fyri myndugleikarnar í Tyorl, at annar av teimum italienarunum er eitt kvinnuligt móttøkufólk á einum hotelli í Innsbruck. Hotellið er nú í karantenu.

– Eingin sleppur út ella inn, meðan myndugleikarnir meta, hvønn hon hevur verið í samband við, sigur talskvinnan við tíðindastovuna AFP.

Hon leggur afturat, at heimið hjá móttøkukvinnuni eisini er í karantenu.

Umframt Eysturríki váttar eisini Kroatia fyrsta tilburðin, boðar Andrej Plenkovic, forsætisráðharri, frá.

Har er sjúklingurin innlagdur á sjúkrahúsi í kroatiska høvuðsstaðnum, Zagreb.

– Tað er ein yngri persónur við mildari sjúkueyðkennum. Hann er í isolatión, og í løtuni er støðan hjá honum góð, sigur Plenkovic.

Heilsumálaráðharrin í Kroatia Vili Beros, upplýsir, at tann smittaði maðurin hevur verið einar tveir dagar í Milano í síðstu viku.

Coronavirusið hevur fyribils kostað 2.600 fólkjum lívið, fyrst og fremst í Kina. Úr Kina hevur virusið breitt seg víðari til eini 30 onnur lond.

Talið av váttaðum smittaðum er nú komið upp um 80.000.

Størsta útbrotið í Evropa er staðfest í Italia. Tilsamans 12 smittað eru deyð av Covid-19-sjúkuni í Evropa, harav 11 í Italia og ein í Frankaríki.

/ritzau/Reuters