Corona-virus í Føroyum:Vit skulu ikki vera bangin

Nú mugu vit hjálpast at fyri at basa smittuni, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

 

Vanligi føroyingurin skal ikki ganga runt og vera bangin. Tað eru tey sissandi orðini frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, nú fyrsti tilburðurin av corona-virus er staðfestir í Føroyum.

Tað er ein føroyingur, sum hevur verið á ráðstevnu í París, sum er smittaður og hann er nú settur í sóttarhald heima við hús, har hann skal vera avbyrgdur í tvær vikur, saman við konuni og tveimum børnum.

Í samrøðu við útvarpsstøðina, FM1, mælir Kaj Leo Holm Johannesen fólki til at vera rólig.

Nú mugu vit hjálpast at fyri at forða fyri, at smittan breiðir seg, og tað gera vit best við at fylgja teimum tilmælum, vit fáa frá heilsumyndugleikunum, sigur hann.

Eitt nú verður mælt frá at fara í ávís støð at ferðast, og tey, sum hava verið í hesum økjum, eiga at fara í sjálvboðið sóttarhald í tvær vikur.

Men hava starvsfólk á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, sambýlum, og aðrastaðni har eldri og sjúk eru, verið í hesum økjum, SKULU tey í sóttarhald í tvær vikur.

Samstundis verður heitt á fólk um at vaska sær um hendurnar, bæði ofta og væl, og hava tey ikki sápu við hondina, ber til at brúka spritt.

Men annars fylgja myndugleikarnir væl við gongdini, og verður tað neyðugt, hava myndugleikarnir eisini heimild til at avlýsa fótbóltsdystir, konsertir, fyrilestrar, ella onnur tiltøk, har nógv fólk savnast.

Og landsstýrismaðurin sigur, at verður tað neyðugt, verða teir møguleikarnir eisini brúktir, men har til eru vit verri enn so komin enn.

 

##med3##

Tey londini, sum eru vandaøki, eru Kina, uttan Taiwan, Hong Kong og Macau. Talan er eisini um Gyeongbuk, landspartin, og storbýin, Daegu, í Suðurkorea, alt Íran, sum tað er, og fýra landspartar í Italia, nevniliga Emilia-Romagna, Lombardiet, Piemonte og Veneto. Teir eru allar í norðuritalia, og fevna um kendar býir, og vældámd ferðamál, sum Gardarvatn, Venezia, Milano, Rimini, Parma, Torino, Bologna.

Teir bláu blettarnir eru støð, har nógv ferðafólk fara í skíferiu og fleiri av teimum eru eisini í hesum partinum í Italia, har mælt verður frá at fara.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin í heilsumálum greiða frá.