Corona– virus: Føroyingar sum verða avbyrgdir verða sendir á hotell

Endamálið er at forða fyri, at smittan breiðir seg

Teir føroyingar, sum verða settir í sóttarhald í sambandi við corona-virus, verða fluttir á Hotel Vágar at vera 

Heilsumyndugleikarnir og Hotel Vágar hava nevniliga gjørt avtalu um, at Hotel Vágar skal hýsa teimum borgararum, sum landslæknin ger av at avbyrgja í sambandi við, at Corona virus er staðfest í Føroyum.

Endamálið við at avbyrgja borgarar er at byrgja fyri, at fleiri borgarar verða smittaðir. 

Á Hotel Vágum fáa tey avbyrgdu hvør sítt kamar, ið hevur teir hentleikar, sum heilsumyndugleikarnir halda eru neyðturviligir. 

Á Hotel Vágum eru 25 kømur, sigur Heilsumálaráðið í einum tíðindaskrivi í morgun.