Sum stuðul til Føroysku tilbúgvingina bjóðar Barnabati øllum børnum, ungum og foreldrum at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina í kvøld eftir Degi og viku í kvøld 12. mars, og tveir tímar fram.
Nummari er 116 111. Tað er anonymt og kostnaðarfrítt at ringja.
Á heimasíðuni hjá Barnabata er eisini ein vegleiðing um, hvussu ein tosar við børn um corona.
Handan telefonirnar sita sálarfrøðingar til reiðar at hjálpa, upplýsir Barnabati.