Corona-smitta rakar oljuvinnu í Norðsjónum

Equinor upplýsti týsdagin, at øll tyrluflúgving til fimm av støðunum hjá felagnum í Norðsjónum fyribils er steðgað.

 

Corona-smittan rakar eisini oljuvinnuna, og nú er ein av manningini á boripalli hjá Equinor á Martin Linge-feltinum í Norðsjónum vorðin smittaður, umframt at aðrir persónar eru kannaðir.

Smittaði persónurin hevur nýliga verið í Eysturríki.

Felagið Equinor sigur, at persónurin, sum hevur fingið staðfest corona-virus á boripallinum, er ikki álvarsliga sjúkur.

Equinor sigur, at tey fingu svar upp á royndina seint týskvøldið, og tey eru nú í samstarvi við Fólkaheilsuráðið í Noregi um, hvussu farast skal fram.

Corona-smittaði persónurin er nú í sóttarhaldi á boripallinum, samstundis sum roynt verður at finna út av, hvussu og nær viðkomandi kann fáast í land.

- Royndir eru tiknar av tveimum øðrum persónum á boripallinum, men tey úrslitini eru ikki komin enn, siga tey í Equinor.

Felagið upplýsti týsdagin, at øll tyrluflúgving til nøkur av støðunum hjá felagnum fyribils er steðgað, eftir at illgrunin hevur tikið seg upp um corona-smittu.

Bergens Tidende veit at siga, at talan er um Oseberg, Askepott, Askeladden á Gullfaks-feltinum og tveir boripallar á Martin Linge-feltinum.

- Tyrluflúgvingin verður ikki tikin upp aftur, fyrr enn vit hava fingið svar upp á tær royndir, sum sendar eru til kanningar, sigur samskiftisráðgevin, Morten Eek, við Bergens Tidende.