Corona: Nú verður eisini Løgtingið sent til hús

Tað er fyri at tryggjað, at Løgtingið eisini verður arbeiðsført í framtíðini

Tað er nú greitt,at eisini Løgtingið verður sent til hús, nú vandin fyri corona-smittuni er øktur.

Løgtingsfólk og politikarar hava havt fund við yvirlækna í morgun, og síðani hevur formansskapurin gjørt av at avlýsa allar tingfundir hesar næstu vikurnar.

Sostatt eru allar viðgerðir útsettar, men annars eru løgtingslimir tøkir, verður tað neyðugt at kalla Løgtingið saman at viðgera bráðneyðug mál.

Í KvF nú á miðdegi heitti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, á løgtingslimir um at brúka vit og skil og ikki at seta seg í óneyðugan vanda fyri at verða smittaðir. hann sigur, at hetta stigið verður tikið fyri at tryggjað at Løgtingið eisini verður arbeiðsført í framtíðini.