Nú tekur eisini Sev avleiðingarnar av at corona fer farið at ganga og í tí sambandi verða ymisk tiltøk sett í verk.
Sev sigur, at tað er fyri at fyri at verja elveitingina.
Eitt tiltak í hesum sambandi er, at nú verða úthurðarnar læstar, so at tað bara eru veitarar, og onnur, sum hava alneyðug ørindi hjá SEV, sum sleppa inn - men tað skal vera eftir avtalu.
Harumframt eru starvsfólk biðin um at arbeiða heima, har tað yvirhøvur ber til. Og har hetta ikki er ein møguleiki, eitt nú á elverkunum, eru broytingar gjørdar í arbeiðsbýti og vaktarskipanum fyri at tryggja elveitingina.
Av innanhýsis tiltøkum hevur SEV eisini avgjørt at avlýsa allar ferðing og øll skeið, umframt at kantinurnar verða stongdar, og harafturat verða allir fundir avgreiddir elektroniskt.
– SEV veitir samfelagsberandi tænastur, sum eru grundarlagið undir nærum øllum virksemi í samfelagnum, staðfestir Hákun Djurhuus, stjóri í Sev.
– Hesa uppgávuna taka vit í størsta álvara, og tí fylgja vit ikki bert almennu vegleiðingunum, men hava sett herd tiltøk í verk bæði innanhýsis og uttanhýsis, leggur hann afturat.











