– Tað er ógvuliga harmiligt at tað eru so nógv, sum ringja til fánýtis. Men vit klára rætt og slætt ikki at fylgja við.
Tað sigur Bjarni á steig yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Í gjár fingu vit eitt telefonnummar, sum vit øll kunnu ringja til við spurningum um corona.
Men tað var beinanvegin, at telefonin brendi saman, sigur Bjarni á Steig, sum er tann, sum er settur at taka telefonina.
Hann sigur, at hann gavst at telja klokkan 20 í gjárkvøldið og tá høvdu 280 fólk ringt.
– Tað eru nógv, sum hava verið noydd at ringja nógvar ferðir, áðrenn vit hava kunna svarað, og tað eru eisini nógv, sum hava ringt til fánýtis, og tað er ómetaliga harmiligt, sigur yvirlæknin.
Men hann sigur, at hann hevur verið einsamallur um hesa uppgávuna, men hon er nógv størri enn at eitt fólk kann makta hana, og tí klárar hann ikki at svara øllum spurningunum.
– serliga tí at hendan sama telefonin er eisini nummarið hjá teimum gott 30 fólkunum, sum eru í sóttarhaldið kring landið. Og samstundis hevur hann eisini aðrar uppgávur at røkja.
Hann sigur, at samstundis gongur eisini eitt vanligt beinkrím, har sjúkuteknini minna um corona, og tað er so óheppið, sum tað kundi verið, tí sjúkuteknini koma í bland, og tað fer eisini við nógvari arbeiðsorku.
Hann sigur, at tað, fólk ringja at spyrja um, eru púra viðkomandi spurningar. Tað eru fólk, sum hava verið og ferðast í ymsum londum, og sum vilja vita, hvussu tey skulu bera seg at, og tað eru eisini fólk, sum hava næstringar, sum eru í útlondum, og sum vilja hava at vita, hvussu tey skulu bera seg at.
Men Bjarni á Steig sigur, at nú verður lættari at fáa telefonina at svara, tí tey hava fingið eitt fólk afturat, og hann væntar, at triðja fólkið eisini má setast.
Hann væntar eisini, at tað verður neyðugt at fáa eina telefon, sum er til hetta endamálið burtur av, og sum sostatt ikki skal brúkast til nakað annað enn at svara spurningum um corona.