Týskvøldið 14. apríl kl. 19.30 verður forvitnislig konsert í Mariukirkjuni í Havn. Tað er Corona Guitar Kvartet, ið er á konsertferð í Føroyum, og leggja teir út við eini konsert, har vælkend tónaskøld eru á skránni. Talan er um tónleik av m.ø. Antonio Vivaldi, Joseph Haydn og Maurice Ravel.
Teir, ið manna Corona Guitar Kvartet, eru Per Dybro Sørensen og Tom Roy Nielsen úr Danmark, Volkmar Zimmermann úr Týsklandi og Ólavur Jakobsen, ið er føroyingur. Teir eru allir á hvør sínum øki frammarlaga í altjóða guitarhøpi og stovnaðu kvartettina í 1995, og síðani tá hava teir framført hópin av bæði eldri og nýggjari tónleiki.
Konsertskráin hjá Corona Guitar Kvartet:
Týskv. 14. apríl, kl. 19.30:
Kirkjukonsert í Mariukirkjuni í Tórshavn
Mikukv. 15. apríl, kl. 19.30:
Konsert umborð á Høganesi í Runavík
Hóskv. 16. apríl, kl. 19.30:
Konsert í Klaksvík
Fríggjakv. 17. apr., kl. 19.30:
Konsert í Norðurlandahúsinum í Havn.