Í sambandi við upptøkurnar av fyrstu soloútgávuni hjá Heina Corfitz, ið kemur á marknaðin í næstum, hevur Heini sett á stovn egið plátufelag.
Heini segði við Sosialin, at hann ger hetta saman við einum samstarvsfelaga, ið eisini hjálpir honum við upptøkunum av fløguni.
- Hetta er ein staðfesting av, at tað ikki longur er líka neyðugt at hava eitt stórt plátufelag aftanfyri seg. Eitt nú verður nógv PR gjørt online, og krevur ikki líka stórt netverk sum fyrr, greiddi Heini frá.
- Mín samstarvsfelagi hevur nógvar royndir, og vit kunnu gera avtalir um útbreiðslu við feløg, ið taka sær av tí, so tí er ikki líka stór orsøk til at hava eitt plátufelag við eisini, segði Heini.