Einans nakrar fáar dagar eftir, at enski forsætisráðharri Theresa May yvirlivdi eina kvettroynd í sínum egna flokki, má hon enn einaferð stríðast fyri at varðveita forsætisráðharrasessin. Bretski andstøðuleiðarin Jeremy Corbyn hevur nevniliga í kvøld reist misálit á forsætisráðharran.
Misálitisuppskotið kemur í kjalarvørrinum av, at Theresa May fyrr í dag kunngjørdi, at parlamentið fyrst sleppur at atkvøða um Brexit-avtaluna 14. januar.
Andstøðuleiðarin metir, at tað als ikki kann góðtakast, at tinglimir mugu bíða so leingi at atkvøða og ákærir forsætisráðharran fyri at hava ført landið út í eina kreppustøðu. Tí hevur hann nú reist eitt misálitisuppskot á hana.
Enn er ógreitt nær misálitisuppskotið verður sett á skrá.