Uruguay leygði væl frá landi í Copa Amerika við at vinna 4-0 ímóti Ecuador. Í nátt rann Urugay seg í trupuleikar. Uruguay spældi í nátt ímóti Japan, og dysturin endaði við javnleiki 2-2.
Dysturin var sum sagt rættliga spennandi, og tað var í tráð við leikgongdina, at dysturin endaði við javnleiki. Mest umtalaða støðan í dystinum var helst, tá VAR ella (video assistant referee) gav Uruguay eitt bíligt brotsspark 15 minuttir áðrenn stegðin.
Uruguay hevði tað trupult við at skapa málmøguleikar, tað gjørdi ikki støðuna lættari at Uruguay var aftanfyri tvær ferðir í dystinum. Japan skuldi helst vinna dystin í nátt fyri at hava møguleika fyri at spæla seg víðari í endaspælið. Helst var tað japanski áleyparin Koji Myoshi, ið gekk á odda, hann skoraði bæði málini Japan fekk í dystinum.
Bólkur C er nærum avgreiddur, og tað stendur klárt at tað verða Uruguay og Chile, ið koma víðari. Enn er ikki greitt hvør vinnur bólkin, og bólkafinalan verður týsdagin millum Chile og Uruguay. Vinnarin av tí dystinum endar á fyrsta plássi í bólki C.
Yvirlitið og stigatalvurnar í bólkunum í Copa Amerika kunnu síggjastHER
Í nátt eru tríggir dystir á skránni. Tveir dystir eru í bólki A, teir eru ímillum Peru og Brasilia og Bolivia og Venezuela, teir báðir dystirnir byrja klokkan 20. Triðji dysturin er í bólki C, og hann er ímillum Ecuador og Chile, og hann byrjar á midnátt.