COP26-forsetin: Veðurlagsfundurin er síðsta og besta vón okkara

Veðurlagsfundurin er byrjaður við áheitanum um at fara til verka. Tiltøk skulu setast í verk nú, eru boðini.

 

 

 

COP26-forsetin leggur dent á hvussu neyðugt tað er at handla á veðurlagsøkinum Foto: Pool/Reuters

ST veðurlagsfundurin COP26 er »síðsta og besta vón okkara« um at halda lív í málinum um at avmarka alheims upphitingina til 1,5 stig samanborið við hitan fyri ídnaðarkollveltinginga.

Tað sigur forsetin fyri toppfundin, bretski Alok Sharma, tá fundurin alment varð settur í Glasgow í Skotlandi í dag. 

Ríkis- og stjórnarleiðarar koma í kvøld og í morgin.

– Vit skulu kunna fara úr Glasgow við virðing og við trúvirði kunna siga, at vit hava hildið vónini um tey 1,5 stigini, sigur Sharma, meðan luttakarar streyma til skotska býin.

– Vit hava longu eina alheims upphiting upp á 1,1 stig yvir støðið fyri ídnaðarkollveltingina.

– Við 1,5 stig eru tað lond í heiminum, sum vera undir í vatnflóð, og tað er tí, vit skulu røkka eini avtalu um, hvussu vit taka okkum av veðurlagsbroytingunum næstu 10 árini, sigur hann víðari sambært Sky News.

Ein mesta hækking av hitanum upp á 1,5 stig er sambært ST serfrøðingum neyðugt fyri at sleppa undan ringastu avleiðingunum av alheims upphitingini.

Tað snýr seg um veðurfyribrigdi sum ekstreman turk, vatnflóðir og ógvusligt veður.

– COP26 er seinasta og besta vón okkara um at halda fast um málið við 1,5 stigum, sigur Sharmar sambært BBC.

– Eg haldi, at vit kunnu fáa samráðingarnar til at ganga framá og fara undir eitt 10 ára skeið við hægri máli og meiri handling.

Í síðstu viku kom árliga frágreiðingin frá Umhvørvisbólkinum hjá ST í samstarvi við DTU.

Har eru millum annað fleiri frágreiðingar, sum staðfesta, at tað gongur alt ov seint við at sleppa av við at brenna kol, olju og gass.

COP26 byrjar so at siga samstundis sum G20 toppfundurin í Rom og endar. Har eru 19 av heimsins leiðandi ídnáðarbúskaparfrøðingum eins og ES komin fram til ein felags tekst við einum máli upp á 1,5 stig, men fá ítøkilig krøvum.

Veðurlagsfundurin verður næstu tvær vikurnar. Endaligu samráðingarnar byrja fríggjadagin 12. november.

/ritzau/Reuters

 

 

 

COP26-forsetin leggur dent á hvussu neyðugt tað er at handla á veðurlagsøkinum Foto: Pool/Reuters