Conte ónøgdur í Chelsea

Meistari í mai, men ónøgdur í august. Antonio Conte vil hava fleiri spælarar

Antonio Conte er ein ónøgdur maður í løtuni. Italski venjarin hjá Chelsea heldur ikki, at liðið er strykt nokk til komandi kappingarár, og viðmerkjarar ivast hvussu væl hann trívst við tí.

 

Les eisini: Morata til Chelsea

 

Diego Costa er ikki longur partur av hópinum hjá Chelsea, Nemanja Matic er seldur til Manchester United, meðan John Terry er givin og spælir í næstbestu deildini við Aston Villa. Av øðrum eru evnaríku Nathan Ake (Bournemouth) og Nathaniel Chalobah (Watford) eisini seldir.

 

Inn eru komnir Tiemoue Bakayoko (Monaco), Alvaro Morata (Real Madrid) og Antonio Rudiger (AS Roma), men Antonio Conte er ikki nøgdur. Farna kappingarár var Chelsea ikki í Evropa, og spældi tí væl færri dystir enn kappingarneytarnir.

 

Italski venjarin sigur við Sky Sports, at hann ynskir at fáa fleiri spælarar til, og at tað er neyðugt um felagið skal klára seg í kappingini við hini feløgini. Cheslea er sett í samband við spælarar sum Virgil van Dijk (Southampton), Alex Oxlade-Chamberlain (Arsenal), Danny Drinkwater (Leicester) og høgra bakkin Joao Cancelo (Valencia), sum skoraði fyri Portugal á Tórsvølli í fjør.

 

Antonio Conte tykist eisini finnast at søluni av serbiska miðvallaranum, Nemanja Matic. Hann sigur millum annað, at hann var ein týdningarmikil spælari, men at onkuntíð mást tú skilja avgerðirnar hjá øðrum. Tað er eisini komið ilt millum Diego Costa og venjaran, so framherjin úr Brasil, ið spælir fyri Spania, er ikki ein partur av hópinum. Her verður mett, at gamla felagið hjá honum, Atletico Madrid, er favorittur at keypa hann aftur, tá keypsbannið er av í vetur.

 

Chelsea spælir í fyrsta umfari í Premier League móti Burnley.