Contador vann Giro’ina

Spanski Alberto Contador vann um vikuskiftið stóru súkklukappingina kring Italia. Við hesum gjørdist Contador fyrsti ikki-italiumaður síðani 1996, sum vinnur kappingina. Seinast ein spainóli vann kappingina, var tá Miguel Indurain koyrdi í ljósareyðum í 1992 og 1993. Bæði Contador og lið hansara, Astana, vóru í fjør partur av stóru doping-gøluni í Tour de France, og tí sleppur 25 ára gamli Contador ikki at verja gulu troyggjuna í ársins útgávu av fronsku kappingini.