Contador ræðist Andy

Var hart stríð í fjør millum Alberto Contador og Lance Armstrong, hóast í Tour de France-kappingini vóru á sama liði, verður tað ikki frægari í ár, nú teir ikki longur eru tað. Men vinnarin í fjør, Contador, ræðist tó ikki Armstrong mest, men er nógv bangnari fyri Andy Schleck. – Av teimum mongu, eg kappaðist við, var hann tann, ið andlit til andlits gav mær størst trupulleikar, sigur Contador.