Connie og Michael lumpaðu øll

Í sendingini Paradise Hotel í gjár kom fram, at Connie og Michael høvdu lumpað allar hinar luttakararnar í Paradise Hotel, og var hetta eisini uppgáva teirra Í sendingini av Paradise Hotel í gjárkvøldið vóru luttakararnir til tað, ið nevnist Pandoras. Pandoras gevur øllum luttakarunum høvi at seta hvørjum øðrum spurningar.

 

Har kom eisini fram, at Connie og Michael høvdu lumpað allar hinar luttakararnir, tá tey høvdu spælt, at tey høvdu verið ill við hvørt annað í fleiri dagar. Hetta var uppgáva teirra, og orsakað av, at tað eydnaðist teimum at fullføra uppgávuna, er Connie friðað í sendingini í kvøld, har atkvøðast skal um, hvør luttakari skal

flyta úr hotellinum.

 

Áhugavert verður at síggja í kvøld, hvønn Connie velur sum sín maka, og harvið hvørja gentu hon noyðist at senda til hús. Undir øllum umstøðum er greitt, at Connie hevur yvirlivað hennara fyrstu viku í Paradise.