Connie kommiserur

Fyrsta dagin fer Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, at boða frá, hvør skal umboða Danmark í ES-nevndini eftir Mariann Fischer Boel, sum hevur verið kommiserur í landbúnaðarmálum, men sum nú fer frá.

Kappingin stendur millum ráðharrarnar Bertel Haarder og Connie Hedegaard, men sambært BT hevur forsætisráðharrin longu gjørt av, at tað verður Connie Hedegaard.

Tað hevur hann gjørt eftir trýsti frá ES-nevndarformanninum ,Jose Manuel Barroso, sum vil hava fleiri kvinnur í ES-leiðsluna. Harafturat skal Konservativi Fólkaflokkurin hava kravt kommiserstarvið, skrivar BT.