Connie kanska kommiserur

Danski ráðharrin í veðurlagsmálum, Connie Hedegaard, verður nú nevnd sum møguligur ES-kommiserur í veðurlagsviðurskiftum. Sum er hevur ES ongan kommiser í veðurlagsviðurskiftum, men danskir fjølmiðlar nevna nú, at kanska verður danski veðurlagsráðharrin, Connie Hedegaard, tann fyrsti, sum fær tað starvið, tá tað verður skipað.

Floksfelagi hennara, Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, sigur við DR, at Connie hevði verið eitt gott boð, um ES ger av at seta ein kommiser í veðurlagsmálum.

Connie Hedegaard er í Konservativa flokkinum, men Vinstri sigst eisini hava síni boð í Ullu Tørnæs, menningarmálaráðharra og Evu Kjær Hansen, matvørumálaráðharra, sigur DR.