Connie er enn í Paradís

Hóast tað er nakað síðani, at Connie var at síggja í sendingini Paradise Hotel, so livir Connie framvegis í Paradísi. Hon er nevniliga í Danmark, har áhugin fyri Paradise luttakarunum er sera stórur Paradise fepurin er enn ikki hæsaður av. Luttakararnir í Paradise Hotel eru ógvuliga nógv umbidnir í Danmark, har eisini føroyska Connie er stødd. Hon hevur nú verið í Danmark í okkurt um tríggjar viku, og hon sigur soleiðis um túrin.

-Vit verða steðgaði á gøtuni í heilum, og fólk spyrja um tey kunnu taka myndir av okkum, og fáa okkara undirskriftir, so tað er ótrúliga stuttligt, sigur Connie Brockie.

 

Eftir Paradise Hotel finaluna, er eftirspurningurin eftir at fáa tey kendu at luttaka til ymiskt tiltøk eisini voksin nógv.

-Vit eru boðin við til fleiri sokallaðar Paradiseveitslur, har fleiri av luttakarunum eru til staðar, sigur Connie.

 

Internet M! Blað

Connie hevur í nøkur ár starvast sum model í frítíðini, og síðani luttøkuna í Paradise, hevur eftirspurningurin eftir henni sum model verið øgiligur.

-Eg verið ofta uppringd av fyritøkum og myndamonnum, sum ynskja at nýta meg sum model til eitt hvørt, sigur Connie.

 

Allir fyrispurningarnir verða tó ikki jaliga móttiknir av Connie, men ein kendur myndamaður við navninum Chistian Gruner hevur tikið myndir av Connie, millum annað til eina heldur freka internetsíðu við navninum www.connery.dk

-Heimasíðan minnir rættiliga nógv um erotiska blaðið M! Blaðið, og myndirnar av mær verða í undirklæðum og bikini, greiður Connie frá.