Connie Bertholdsen Brockie, Vágur:

Eg havi verið heldig við kjólanum frá Sonju Design, tí hann sat sum stoyptur, tá ið eg fór í hann, og eg eri ótrúliga glað fyri hann.

Stivlarnir eru frá Bianco, og hálsbond, armbond og oyralokkar havi eg keypt í Glimmur. Tveir av ringunum havi eg keypt í Danmark, hinir báðir eru ringar frá ommuni. Tað svarta, sum eg havi um hálsin, er faktiskt eitt kut av einari ermu. Tað er nokkso stuttligt við klæðunum fyri tíðina, tí tú kanst klippa og seta saman júst, sum tú hevur hug, uttan at nakar hugsar um tað.