Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík skrivaðu í kvøld søgu við at spæla fyrsta dystin nakrantíð hjá felagnum í einum evropeiskum bólka/deildarspælið.
Í Conference League spældi Víkingur í kvøld dyst á útivølli á Kýpros móti Omonia.
Víkingur megnaði at standa ímóti í 51 minuttir áðrenn Omonia skoraði. Seinastu løtuna skoraði Omonia trý mál upp á níggju minuttir, so tað skrædnaði hjá Víkingi seinastu løtuna.
Hagtølini skot innanfyri málrammurnar vístu 6-5 til Omonia, so kýpriotar vóru effektivir í kvøld.
Omonia-Víkingur Reykjavík 4-0 (0-0)
1-0 Senou Coulibaly ('51 )
2-0 Andronikos Kakoulli ('81 )
3-0 Alioum Saidou ('86 )
4-0 Andronikos Kakoulli ('90 )
Longu sunnudagin er dystur aftur hjá Gunnari og liðfeløgunum. Tá verður dystur á Víkingsvøllinum, har Stjarnan kemur á vitjan.
Um tríggjar vikur spælir Víkingur heimadyst í Conference League á Kópavogsvøllinum móti belgiska liðnum, Cercle Brügge.