Vit hava ræðuliga ofta sæð, at tað eru altjóða óroyndir fótbóltsdómarar, ið døma dystirnar hjá føroysku liðunum, ið kappast í teimum evropeisku kappingunum fyri felagslið.
Hjá NSÍ er heldur einki undantak, tá teir í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla fyrra dystin móti finska liðnum, HJK Helsinki í fyrsta undanumfarinum í Conference League.
Dómarin til dystin við Djúpumýrar í Klaksvík í kvøld er estiski dómarin, Karl Koppel. Talan er um fyrsta altjóða dystin hjá Karl Koppel. Karl Koppel hevur dømt 104 dystir í bestu estisku deildini, síðani 2018.
NSÍ RUNAVÍK (FRO) - HJK HELSINKI (FIN)
Dómari: Karl Koppel EST
Hjálpardómari 1: Riivo Stolts EST
Hjálpardómari 2: Neeme Neemlaid EST
Fjórði dómari: Kevin Kaivoja EST
UEFA Dómaraeygleiðari: Leslie Irvine NIR
UEFA Umboð: Marvin Robinson ENG










