Concord aftur á flog

Alt bendir á, at tað bretsk-franska flogfarið Concord fer aftur á flog.

Concord-flogførini hava ikki verið á flogi síðani í 2003, tá øll flogførini av hesum slagnum vórðu sett. Orsøkin var vanlukkan í 2000, tá eldur kom í eitt Concord-flogfar, beint eftir at tað var farið á flog úr París. Vanlukkan kravdi 113 mannalív.

BBS sigur, at ein áhugabólkur hevur fingið fyrrverandi verkfrøðingar hjá Concord-verksmiðjuni at hjálpa sær at fáa eitt av flogførunum aftur á flog.

Fyrireikararnir siga við BBC, at málið hjá teimum er at fáa eitt av Concord-flogførunum á flog í sambandi við olympisku summarleikirnar, sum verða í London í 2012. Ætlanin er, at flogfarið skal taka lut í sjálvari setanini.